Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Heðin Arge og Albert Ellefsen stóðu fyri lutakastinum til 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið - Mynd: Hans Erik Danielsen

Heðin Arge og Albert Ellefsen stóðu fyri lutakastinum til 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið - Mynd: Hans Erik Danielsen

Heðin Arge og Albert Ellefsen stóðu fyri lutakastinum til 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Í gjár (týsdagin 2. apríl, skriv.) var greitt, hvussu spælast skal í 1. umfari í steypakappingini hjá monnum, sum er á skránni mikudagin 24. og hósdagin 25. apríl.

Tað var Albert Ellefsen, ið stóð fyri lutakastinum, og fyrsta lið, sum kom úr bollanum var NSÍ, ið fer beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar.

Síðani varð trekt til dystirnar í 1. umfari, og nú er greitt, hvørjir dystir verða spældir 24. apríl, og hvørjir dystir verða spældir 25. apríl, sum er flaggdagin.

Mikudagin 24. apríl
FC Suðuroy – TB
KÍ – HB
B71 – AB
FC Hoyvík – Víkingur

Hósdagin 25. apríl (flaggdagin)
EB/Streymur – 07 Vestur
B36 – Skála
B68 – ÍF

Hetta hevur samstundis við sær, at tillagingar eru gjørdar í landskappingini í bæði 1. deild og í Betrideildini.

Í 1. deild er dysturin millum FC Suðuroy og B71, sum skuldi vera sunnudagin 21. apríl, framskundaður til leygardagin 20. apríl.

Í Betrideldini verða dystirnir í 7. umfari millum 07 Vestur og HB, og Skála og B68, sum skuldu vera sunnudagin 28. apríl, fluttir til mánadagin 29. apríl, meðan dysturin millum EB/Streym og KÍ er fluttur til týsdagin 30. apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo