Solskjær er aftur í Manchester fyri fyrstu ferð eftir at hann fekk fótin sum venjari í november 2021.
Sambært VG er hann í Manchester í sambandi við tiltak á hotelli í Manchester har einir 400 MU-fjeppar hava keypt atgongumerki til at hoyra legenduna í ein tíma.
Solskjær tosaði eisini um tíðina sum Molde-venjari (2015–2018) – tá ið hann hevði ein ávísan Erling Braut Haaland sum ungt talent.
– Eg hevði henda talentfulla álopsleikaran sum vit (United) áttu at havt, sigur Solskjær, og øll í rúminum vita, hvønn hann sipar til.
Onkur rópar Haaland, men Solskjær sgur ongantíð nakað navn. Tað er tó eingin ivi at tað er tann 22 ára gamla Haaland, talan er um.
– Eg ringdi til teir seks mánaðir áðrenn eg fekk tilboð um United-starvið, og bjóðaði hann fyri 4 milliónir pund, segði Solskjær.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo