Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað andar av møku millum trøini, ið bera sjónligar reyðbrúnar blettir. Í 2017 hava vit havt eitt gott summar.

Tey, ið høvdu møguleikan at njóta løturnar, fingu avbera góðar løtur uttandura í stákan, hvíld og nærveru.

Summarið var í løtum, og lívið verður livað ein dag í senn.

Serliga góðar hava løturnar verið báðumegin middagsleitið. Í ár vóru vit á Biskupsgarði hjástødd í løtuni saman við børnum, barnabørnum og teimum, ið komu á gátt. Tess vegna verður summarið standandi í minninum sum løtur, ið eru verdar at minnast. Takksom fyri lívið og lívsins gávu.

Tey reyðbrúnu bløðini, ið sveiggja við lotinum, minna á, at lívsskeiðið er myndað av skiftandi umstøðum, ið tilsamans eru mansins ævi. Nýta vit myndirnar, so eru dagarnir á vári og sumri lættari, enn tá ið lívið viknar.

Sólin er altíð fjálgari enn frost og kuldi.

Líðingin er sjónlig, tá ið heilsan bilar. Tikið verður til, at vit kunnu bera sjúkuna væl. Spurningurin er, um máliskan er skilagóð. Máliskan leggur upp til, at so eru tað tey, ið ikki bera sjúkuna væl. Og hvørji eru vit, ið loyva okkum at meta um tað? Eingin kennir mein í annans bein.

Í løtunum vóru stundir at hugsa um lívið, ið fyri mær er heilagt og ein gáva frá Guði. Ikki tí, óneyðugt er at nevna, at alt er lættari, tá ið okkum gongst til vildar. Tvørleikar, avbjóðingar ella darvandi heilsa skal hvørki verða tilbiðin ella dyrkað.

Hin kristna hugsanin er útgangsstøðið fyri øllum mínum virki. Tað merkir ikki, at alt, ið verður sagt og gjørt, er rætt og fullkomið sammett við orð Jesu í halgubók. Tíverri detta vit í løtum út úr kristnu hugsanini og dvølja við okkara egnu fatan og niðurstøður. Góðveðursdagarnir úti á svalanum fingu eisini vitjan av sjálvrannsakan og eftirmeting, tí ikki alt “kristiligt” er kristiligt.

Í sínum kristiligu og uppbyggiligu talum grundar gudfrøðingurin og heimspekingurin Søren Kirkegaard um tað at vera kristin. Ivist í, um mær eydnast at skilja henda lærda mannin til fulnar. Tað er ómøguligt í eini andakt at endurgeva dýpið í hugsan hansara.

Kirkegaard tulkar orð Jesu um himmalsins fuglar og liljurnar á markini sum eina mynd um lívið. Ístaðin fyri at liva hjástødd í løtuni, stúra vit fyri ókomnum tíðum, hvat vit skulu fáa at eta, og hvat vit skulu fáa at lata okkum í. Hóast stúranin tykist íborin, er hon tekin um tvørrandi álit á Guði.

Fuglurin og liljan liva kristiliga, hóast tey ikki eru kristin. At liva kristiliga er at hava álit á Guðs umsorgan.

Fuglurin fær sína dagligu føði og ber ikki saman í løður til morgindagin. Liljurnar á markin vaksa, hóast tær hvørki arbeiða ella spinna. Kristnin eigur at hava fuglin og liljuna sum fyrimynd og liva kristiliga, tað er í inniverandi løtu at hava álit á Guði. 

Tað vóru serliga tvinni orð hjá Kirkegaard, sum í summarsins føgru løtum mólu í høvdunum. Tað livandi tilfeingið kveikti hugsanina. Barnabørnini spældu so glað og hjartaliga. Smílið myndaði andlitið ljóst og blítt.

Láturin var ljódligur og segði frá, at lívið var fagurt.

Mitt í allari gleðini hoyrdist grátur, tí okkurt av børnum hevði fingið ein smávegis snudd. Eitt sindur av hvørjum ein summardag. Meðan alt er fagurt og gott, hoyrist grátur hjá okkum sjálvum ella í grannalagnum.

Tað kristiliga er at vera hjástaddur í tilveruni vísur, sannur og vitandi. Tilveran lagar seg svá, at tað altíð er onkur, ið fær ein snudd. Viðhvørt er enntá talan um ógævu og hóttafall.

Kirkegaard dvølur við navnorðini smíl og látur. Orðini liggja tætt hvørt at øðrum, og tó er munurin alstórur.

Tað er ókristiligt, um vit vænta av øðrum, at tey skulu sita í skellilátri. Látur er góður og gagnligur, men viðhvørt eru umstøður, har láturin als ikki er hóskandi.

Hin kristni eigur at varðveita smílið, tað stilla og friðsæla brosið um andlitið. Vit eru í Guðs hondum, og tess vegna er eitt álitisvekjandi smíl hóskandi. Vit nýta í dagligari talu orðið sorgblídni, ið er eitt vakurt og mettað orð inn í svárar løtur og umstøður.

Kirkegaard sigur, at vit mega lata okkum blíðka og søkja tað linnandi í smílinum. “Vit kunnu gloyma láturin, men Guð varðveiti menniskju frá at gloyma smílið.” Við smílinum verður sipað til fuglin og liljuna, sum uttan stúran liva lívið undir Guðs umsorgan. 1)

At liva lívið tilvitað í Guðs hondum gevur okkum styrki til at varðveita smílið, um enn tað í løtum er sorgblítt. Amen.

Orðið: “Men eg vil syngja um veldi títt, á hvørjum morgni gleðast um náði tína, tí tú ert mær ein borg, mítt álit tann dag eg eri í neyð!” (Sálmur 59,17).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimild: 1) Søren Kirkegaard, Samlede Værker, Bind 13 bls. 15-19, Nordisk Forlag 1962.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo