Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hvønn tann einasta dag hevur eitt ótal av fólkum góðar upplivingar á sosialum miðlum. Føðingardagsheilsanir, positiv boð á Messenger, stuttlig TikTok video, lívsjáttandi myndir á Instagram, skjót og týdningarmikil kunning, samfelagskjak og so víðari.

Eg eri sum heild optimistiskur um sosialar miðlar, hóast teir sjálvandi hava nøkur sjónlig lýti. Teir hava skapt stórar demokratiskar rørslur. Givið eina rødd til tey, sum ikki høvdu eina. Og bara gjørt nógv viðurskifti lættari.

Men fyri hvørja ferð, at sálarfrøðingar úttala seg um miðlar, so skapa vit (bara) eina mynd av Facebook, Instagram, TikTok osfr. sum støð, har nógv fólk mistrívast.

Tað hevur nakað at gera við, at sosialir miðlar ofta verða nevndir í sambandi við sálarheilsu. Ikki í sambandi við miðlar, og hvussu ymiskt milliónir av fólkum brúka teir. 

Tað snýr seg tí ofta um sálarfrøði, men sjáldan um miðlafrøði. Teir verða ofta nevndir sum ein orsøk til diagnosur, men sjáldan í størri og breiðari perspektivi.

Um teir ikki høvdu nakað sum helst gott við sær, so høvdu vit ikki verið her.

Í Føroyum liva fleiri sálarfrøðingar av at úttala seg og ráðgeva um m.a. sosialar miðlar, skermar og líknandi fyribrigdi. Sjálvandi skulu sálarfrøðingar vera ein partur av tí. Tað arbeiðið skal halda fram.

Men eg sakni eitt breiðari perspektiv, har vit longu í fólkaskúlanum tosa meira um, hvussu sosialir miðlar eru komnir og munirnar millum teir. Søguna. Hvat er ein miðil yvirhøvur? Hví eru vit komin í hesa støðuna? Hvat kunnu vit gera sum miðlabrúkarar? Hvørjar demokratiskar rørslur eru bygdar upp við sosialum miðlum?

Eg bjóði meg gjarna fram at vera ein partur av hesum arbeiðinum. Enn betri, um tað er saman við sálarfrøðingum. Tí tað er vigtigt, at vit læra okkara børn tíðliga, hvat sosialir miðlar eru fyri nakað.

Bjarni Arge, miðlafrøðingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo