Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Mentaráðkvinnan Rigmor Dam kunnaði av tingsins røðarapalli um, at hon hevði prát við blaðstjóran í Miðlahúsinum í sambandi við uppskotið um útberingarstuðul til pappírsmiðilin.

Tí sæst ongantíð nakað hoyringssvar frá Miðlahúsinum eftir at nýggja samgongan tók við.

Undir gomlu samgonguni kom Miðlahúsið við einum hoyringssvari, sum var sera stutt: Hvussu nógvar umsóknir skulu vit senda um stuðul, var spurningurin hjá blaðstjóranum.

Mentaráðkvinnan er ein stórur fjeppi av miðlinum hjá Javnaðarflokkinum, Sosialinum, har hon eisini hevur starvast. Og nú vil hon vísa sítt takksemi við at geva Miðlahúsinum helst yvir milliíónina í pappírsstuðli av "fólksins ogn".

Ja, hon er so stórur fjeppi, at undir eini viðmerking av tingsins røðarapalli, segði hon sum grundgeving fyri at stuðla hesum miðli, at hann "luktaði" so væl:

- Øll herinni eru væl samd í, at tað hevði verið harmiligt, hvissi vit fóru at keypa um kvøldarnar, og bløðini ikki lógu har og luktaðu av nýggjari og frískari prentsvertu, og vit kundu keypa eina avís heimvið, vóru orðini sum tey fullu av tingsins røðarapalli í hesum álvarsmáli henda dagin.

VP hevur roynt at fingið eina serstaka viðmerking frá mentaráðkvinnuni í sambandi við hennara skroypiliga og pappírs-sinnaða uppskot, men tað er sum at sletta vatn á gás.

VP hevur spurt:

- Er tað ikki rætt, at Miðlahúsið stendur til at fáa størsta ágóðan av lógaruppskotinum um Miðlastuðul, sum tú hevur borið í tingið?

- Hvørji saklig kriterii hevur tú brúkt, tá tú hevur tikið dagar ímillum hvussu stuðulspuljan skal býtast?

- Hví velur tú ikki at fylgja álitinum Betri Miðlar, sum táverandi landsstýriskvinnan í mentamálum fekk í 2011?

Men einki svar er komið enn.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo