Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað vóru ferðafólk umborð á einum túrbáti einar 400 kilometrar eystan fyri Cape Town í Suðurafrika sum sóu óvanliga tilburðin síðsta summar, tá ein bóghvítuhvalur gjørdi enda á einum 2,5 metra langum hávi, púra einsamallur. Eftir at hava dripið hávin át bóghvítuhvalurin livrina.

Italiumaðurin Primo Micarelli var við á túrinum, hann er havlívfrøðingur og granskar súgdjór í havinum. Hann heldur, at óvanliga hendigin kann vera tekin um broytingar í havvistskipanini.

- Eg havi ongantíð sæð ein einsamallan bóghvítuhval gera hetta. Tað er vanligt, at teir veiða í flokki, men ikki einsamallir, sigur hann við CNN.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo