Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

KVF: Spæl Føroyskt vikan verður aftur á skránni 4.-10. mars. Hetta er vikan har KVF fer at spæla føroyskan tónleik burturav og ein vika við framførslum og framløgum við føroyskum tónleiki kring alt landið. Tað er Tónleikasamband Føroya og KVF, sum samstarva um Spæl Føroyskt.

”Við Spæl Føroyskt vikuni, seta vit føroyskan tónleik á breddan og eggja spælistøðum, stovnum, fyritøkum og privat persónum at mynda vikuna við øllum føroyskum tónleiki teimum lystir,” sigur Siri S. Hansen, samskipari av Spæl Føroyskt vikuni, ”í fjør sóu vit barnagarðar og skúlaflokkar, sum fóru út at syngja uttanfyri handlar og í ellisheimum, kirkjur, ið valdu føroyskar sálmar burturav til Guðstænastunar, konsertir og framløgur um tónleik. Tað er bert hugflogið, sum setur mørk, og øll kunnu vera við”, sigur Siri.

Men hví hava eina Spæl Føroyskt viku?
Hetta við at seta tónleik á breddan eina ávísa viku á árinum er nakað grannalondini eisini gera, og tað hevur eydnast væl. TSF helt tað vera upplagt at skipa fyri eini tílíkari viku í Føroyum, tí føroyingar hava eitt serligt tilknýti til sang og tónleik. ”Við Spæl Føroyskt vikuni vilja vit virka fyri einum livandi tónleikalívi, øllum føroyingum til gagns, og tá vit siga føroyskan tónleik, meina vit við allan tónleik, sum er framførdur ella framleiddur av føroyingum, alt frá Kingo sálmi, tungmetalli og rappi til føroyskan dans, pop og klassiskan tónleik. Hetta er veruliga ein vika, ið heiðrar føroyskum tónleiki í breiðastu merking”, sigur Siri. ”Við hesum eru vit eisini við til at stimbra føroyska tónleikaarvin og málið,” sigur Siri.

Hæddarpunktið í Spæl Føroyskt vikuni er FMA (Faroese Music Awards), sum verður í Norðurlandahúsinum 9. mars og sent beinleiðis í KVF, her føroyskur tónleikur verður fagnaður og heiðraður.

Tiltøk í Spæl Føroyskt vikuni
”Vit hava longu fingið áheitanir og kunning um ymisk tiltøk og konsertir, sum fólk vilja skipa fyri í Spæl Føroyskt vikuni, og tað er sera gleðiligt. Ymsu tiltøkini kring alt landið verða almannakunngjørd á okkara Facebook og Instagram-síðu, sum eita ‘Spæl Føroyskt’”, greiðir Siri frá. “Um onkur vil skipa fyri onkrum og soleiðis gerast partur av Spæl Føroyskt skránni, so er bert at seta seg í samband við okkum á booking@musikk.fo, so varpa Tónleikasambandið og KVF ljós á tykkara tiltak”, og Siri leggur afturat:

”Vit gleða okkum til eina heila viku við góðum føroyskum tónleiki, og soleiðis lata tónleikin savna alla tjóðina,” sigur Siri at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo