Endamálið við allari almannahjálp átti at verið, mest møguligt, at gjørt hjálpina óneyðuga
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sosialdemokratarnir sigraðu á valinum til samveldistingið í Týsklandi, meðan systurflokkarnir CDU/CSU fingu eitt søguliga vánaligt úrslit.

Sosialdemokratiski flokkurin SPD fekk 25,7 prosent av atkvøðunum, meðan konservativu syhsturflokkarnir CDU/CSU fingu 24,1 prosent.

Tað skrivar týska tíðindastovan dpa tíðliga í morgun.

Sammett við valið í 2017 hevur SPD eina framgongd á umleið fimm prosentstig, meðan CDU/CSU fingu sítt ringasta valúrslit síðani Seinna Heimsbardaga.

Bøði Scholz og Laschet eru samdir um, at samgongan millum CDU/CSU og SPD skal ikki halda fram.

Nú standa drúgvar samráðingar fyri framman, har bæði SPD og CDU/CSU fara at trákkast eftir vælvild frá minnu flokkunum, teimum liberalu í FDP og í umhvørvisflokkinum Teimum Grønu. Teir kunnu gerast samgongufelagar hjá báðum teimum stóru flokkunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo