Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tað verður spenningur í luftini, tá ið tveir ólíkir rithøvundar við hvør sínari samfelagskrimi,  "Deyðin fer í bindiklubb"  og "2000 - tá Føroyar skuldu loysa" í vikuskiftinum vitja í Vági og á Tvøroyri.  

Steintór Rasmussen og Sjúrður Skaale hava hvør í sínum lagi skrivað dramatiskar og spennandi bøkur upp undir jól, og leygardagin fáa suðuroyingar møguleika at hoyra og hitta høvundarnar, sum báðir á serstakan og undirhaldandi hátt fara afturum aktuellu verkini.  

Krimisøgan hjá Steintóri er um nakrar kvinnur í einum bindiklubba í Føroyum í dag, sum verða vavdar upp í eitt morð uttan veruliga at gáa um, at tær sjálvar er uppruni til illgerðina. At ein psykopatur er millum teirra, sum ætlar at fremja eitt dráp afturat, ger at lesarin ikki kann kenna seg tryggan fyrr enn á allar seinastu blaðsíðu.  

Steintór Rasmussen, ið er kendur frá øllum møguligum øðrum enn morði og illgerðum, fer at koma inn hetta slagi av skaldskapi og tosa um ta vøkru og myrku síðuna, sum ivaleyst finst í flest øllum menniskjum og samfeløgum.   

Tann seinna bókin er søgulig er um dramatiska tíðarskeiðið frá 1998 til 2001, tá Føroyar høvdu kós móti fullveldi. Helvtin av føroyingum sá eina bjarta vón - men hin helvtin sá hættisligan vanda. Endin var eitt politiskt eljustríð - bæði millum danir og føroyingar og føroyingar sínámillum. Í bókini verður fyri fyrstu ferð greitt frá, hvat hendi handan leiktjøldini. Sjúrður fer undir framløgunum í Suðuroy við orðum og myndum at taka samanum tað, sum hendi, so øll fáa nakað burturúr - bæði tey, sum minnist hetta serliga tíðaskeið, og tey, sum eru yngri. 

Øll eru vælkomin. 

Ein kaffimunnur verður eisini at fáa. Bøkur verða signeraðar. Sjúrður fortelur onkra góða og Steintór hevur guitarin við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo