40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu er farin í holt við nýggja royndarverkætlan og søkir í hesum sambandi eftir spírum til røktarheimið Tjarnargarður. Ein Spíri er eitt ungt fólk, ið er millum 14- 17 ár, og sum verður sett í eitt sokallað íblástrarstarv.

Heilsu- og umsorganartænastan arbeiðir áhaldandi við at menna tænastuna til aldrandi borgaran og økja um áhugan hjá fólki at arbeiða innan eldraøkið. Síðan 2019 hevur Heilsu- og umsorganartænastan samstarvað við Nám X á Eýsturskúlanum um Vælveru- og umsorganarbreytina. Her fáa næmingar undirvísing og læra um tað góða lívið sum eldri, um hvat hendir, tá ein eldist, hvussu samskifti eg við eldri og um hvussu tú hevur aktivitetir saman við teimum.

Næmingarnir koma á røktarheimini at gera aktivitetir og læra at vera saman við eldri fólki ein seinnapart um vikuna.

Hvat er ein spíri?
Ein Spíri er eitt ungt fólk, ið er millum 14- 17 ár, og sum verður sett í eitt sokallað íblástrarstarv, har endamálið er at økja um vitanina um og áhugan hjá spíranum at arbeiða við eldri fólki. Samstundis eru tey ein sólstrála í gerandisdegnum hjá teimum eldru og eru við til at fjálga um gerandisdagin hjá teimum.

Arbeiðsuppgávurnar kunnu vera at spæla spøl, fara gongutúrar, lesa bløð ella bøkur, baka ella práta. Tað er bara hugflogið, sum setur mørk. Gev tó gætur, at arbeiðið hjá einum spíra inniber ikki at vera partur av dagliga arbeiðinum ella røkja uppgávur, sum røktarstarvsfólk eiga at gera á røktarheiminum.

Arbeiðstíðin er ein gerandisdag um vikuna í 2 tímar millum kl. 15 og 18 ella sambært avtalu.

Byrjað verður við at seta Spírar á Lava/Ludalon á Tjarnargarði. Ætlanin er at víðka og seta spírar á fleiri røktarheimum, tá pilotverkætlanin er endurmett um umleið 6 mánaðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo