Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Formaðurin í mentanarnevndini fekk úr at gera í morgun, tá forskúlabørnini, spírarnir úr Dagstovninum á Hamrinum, vitjaðu á Ráðhúsinum. Tey vóru ikki nøgd við bara Sunkist og bomm, men høvdu eina álvarsliga umsókn við sær.

Eitt av børnunum – tað var Bjarki - var útvalt at handa Annfinni Brekkstein eitt bræv, sum hann las upp í stóra fundarhølinum Ingálvstovu, har børnini sótu spent og tugdu jólalakress.

Annfinn las brævið hart. Hetta snúði seg um, at tey hava ein góðan fótbóltsvøll beint við stovnin. Men tey fáa ikki brúkt hann, tí bólturin fer altíð av vøllinum og oman í rundkoyringina, har nógvir bilar koyra.

Spírarnir ynsktu tí at fáa spent eitt net omanyvir vøllin, akkurát sum tey hava gjørt umborð á Norrønu.

Og har var leyst og liðugt beinanvegin. Sambært varaborgarstjóranum er arbeiðið longu farið í gongd í onkrari nevnd, og hann lovaði børnunum, at um heilt stutta tíð, so fór net at verða sett upp, so at tey sluppu undan at renna eftir bóltinum í ferðsluni við rundkoyringina.

Fundur lokin og øll vælnøgd við bæði lakress og úrslitið av fundinum. Rættur jólastemningur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo