Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú skulu springarnir hava tað, nú nýggjur springarastingari verður mentur!

Men hóast fólk ivaleyst hava búleikast her á oyggjunum í kanska fleiri enn 1200 ár, hava tey als ikki inntil fyri kortum lagt seg eftir at veiða springarar.

Sjálvur eri eg uppvaksin í bygdini, ið mettist at vera hin frægasta hvalvágin í landinum. Men mær vitandi varð ongantíð springarabólkur hildin til á sandinum í Miðvági.

Tvørturímóti! Tí tað kom meira enn so fyri, at grindaboð vórðu rópt, tá menn hildu seg hava sæð grind frá landi, og bátar fóru avstað, men vendu aftur við orðunum, at hattar bara var ein bólkur av springarum!

Einki kom tað uppá tal at royna at reka og tíansheldur at halda bólkinum til!

Sjálvsagt hendi tað, at onkur springari hevði vilt seg uppí grind, ið varð hildin til, og soleiðis kundi koma til skiftis. Men fáur var hann, ið ynskti sær springaran í sín part! Spikið er ónýtiligt og lítil er rúgvan av tvøsti, kraftarlítið er tað, og mettan liggur tilsvarandi styttri á, varð sagt!

Var tað ikki neyðugt tá at drepa springarar, so lítil fongur sum er í tí, so er tað fleirfalt minni neyðugt ídag!

Ein veiða skal, um hon eyðnast, hava fong við sær. Men her er so lítið virði í fonginum, at tað í stóran mun einans snýr seg um eitt ítriv, at jaga fyri at drepa. Og tað er lítð skilagott.

Mótstøðan uttanlands ímóti springaradrápunum er tí rættuliga sjálvsøgd, hvørt vit so taka atlit at henni ella ikki!

Stutt sagt. Heldur enn at menna nýggj drápsamboð, eiga vit at LATA SPRINGARNAR LIVA!
——————
MEN! tøkk skal Váharra hava fyri hesa vælsignaðu grindina, hann sendi okkum týsdagin í vikuni. Sjálvur var eg ikki í grind, men fekk at kóka frá grannanum, og sjáldan hevur døgurin smakka okkum betur enn hendan dagin!

Svend Aage Ellefsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo