Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hvørja ferð tosað verður um at hækka pensjónsaldurin fyri at tryggja haldføri hjá tí almenna, so kemur ein stór mongd av fólki, sum eru pensjónistar ella nærkast pensjónsaldri og fortelur, hvussu vánaligt hugskot tað er at hækka pensjónsaldurin.

Veruleikin er bara, at ongin átti at spurt tey um tað. Og spurningurin er, um tey yvirhøvur eiga at hava eina meining um tað. Hyggja vit at fólkum í Føroyum, so er tað jú longu ásett, hvussu pensjónsaldurin skal vera fyri ein stóran part av fólkinum.

- Ert tú 67 áðrenn 1. juli í ár, so verður tú pensjónistur, tá tú fyllir 67.

- Ert tú yngri enn 67 tann 1. juli í ár, men onkuntíð í ár ert 62 ella eldri, so verður tú pensjónistur, tá tú verður 67,5.

- Verður tú 61 í ár ella seinni, so verður tú pensjónistur, tá tú fyllir 68.

Eftir leistinum, sum higartil hevur verið og eisini tykist rættiliga vanligur aðrastaðni, so ganga eini 5 ár millum hvørja broyting í pensjónsaldri. 

Tað merkir, at vart tú 1. januar 55 ár ella eldri, so fer ein komandi broyting í pensjónsaldrinum øgiliga sannlíkt ikki at hava nakra ávirkan á teg.

Hyggja vit at fólkasamansetingini í Føroyum, so eru eftir tølum hjá Hagstovuni umleið 16.400 fólk, sum eru 55 ár ella eldri í dag, men onkursvegna tykist tað sum, at tað eru hesi, sum seta dagsskránna í kjakinum um pensjónsaldur. Tey einastu, sum tað ongan týdning hevur fyri.

Av teimum gott 54.000 fólkunum í Føroyum eru sostatt eini 37.700 fólk, sum komandi broytingar í pensjónsaldri hava týdning fyri. Mest fyri tey yngstu og minst fyri tey elstu.

Eg veit ikki, um eg skal argumentera fyri, at tey umleið 13.200, sum eru yngri enn 18 ár og tí enn ikki hava valrætt, skulu fáa valrætt í samband við ting í framtíðini so sum pensjónsaldur, men tað er ongin ivi um, at hækkaður pensjónsaldur fer at hava óendaliga størri týdning fyri tey enn fyri tey eldru, sum í dag vísa seg at seta dagsskránna.

Fólk við aldri til valrætt, sum verða ávirkað av hækkingum í pensjónsaldri eru umleið 24.500. Altso ein minniluti av fólkinum í Føroyum. 

Men kanska hevði tað snildasta verið, at vit lata hesi, sum eru millum 18 og 54 ár, taka støðu til pensjónsaldurin fyri sín aldursbólk. Tey eru so í øllum førum millum tey røttu at spyrja um eina meining um hækking av pensjónsaldrinum.

Út frá tí, sum eg havi tosað við fólk í hesum aldrinum, so bendir sera nógv á, at hesi – sum kanska ikki eru beinleiðis ung, men enn hava rættiliga leingi til pensjónsaldur – bæði fara at hava eitt betri lív og betri viðurskifti við eftirkomararnar í okkara samfelag, um vit nú gera eina ætlan, sum eisini tekur hædd fyri, at vit sannlíkt bæði fara vera frískari og liva longri enn tey eldru í dag.

Higartil hava vit í øllum førum sæð, at kvinnur síðan 1987 í miðal eru farnar at liva 3 ár longri eftir tær eru blivnar 67, meðan menn eru farnir at liva næstan 5 ár longri eftir, at teir eru blivnir 67. Hjá monnunum frá umleið 13 árum eftir 67 í 1987 til næstan 18 ár eftir 67 í dag.

Og skulu vit trúgva nýggjastu granskingini – og vit somuleiðis ganga út frá at jørðin ikki gongur undir av umhvørvisvanlukkum ella øðrum – so er ikki ósannlíkt, at tað um fá ár verður heilt vanligt at blíva yvir 100 ár. Og tað er altso 23 ár eftir 67 ár.

Tí talar alt fyri, at vit nú beinanvegin taka støðu til pensjónsaldurin hjá teimum, sum verða pensjónistar tey næstu umleið 40 árini. Mær hevði dámt, at tað var við útgangsstøði í, hvussu nógv frísk ár vit skulu vænta eftir pensjónsaldur og at vit gjørdu eitt sindur skjótt av, so vit ikki brádliga skulu broyta fyritreytirnar hjá fólki, sum eru byrjað at gleða seg til at fáa rættindini, ið fylgja við at gerast pensjónistur.

Eirikur í Jákupsstovu
Tingmaður fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo