Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Grót úr nýggju tunlunum norður um Fjall

Spurningar:
1. Er alt grótið, ið fæst burturúr tunnilsarbeiðinum, umbiðið?

2. Fyriliggur nøkur ætlan, har grótið kann verða gagnnýtt at betra um vegakervið í økinum?

Viðmerkingar:
Spennandi verkætlanin, teir nýggju tunlanir norður um Fjall, hevur gingið sera skjótt, síðan fyrsta skotið bleiv latið av tann 30. september 2021. Tað hava verið um 100 metrar boraðir um vikuna.

Tað hevur verið alment frammi um onkra verkætlan, har grót úr tunlunum verður nýtt, eitt nú útfylling í Norðhavnini í Ánunum. Áhugavert hevði verið at vita, um alt grótið er umbiðið, tí hugsast kann, at kommunurnar í økinum hava áhuga í at ogna sær nakað av grótinum til útbyggingar av ymsum slag.

Eisini eru partar av vegakervinum í økinum, ið hava tørv á dagføring, nú nýggju tunlarnir uttan iva fara at hava økta ferðslu við sær. Eitt dømi er svingið, tá komið verður til Depils, ið hevur tørv á at verða dagført.

Tí hevði verið áhugavert at vita, um nøkur ætlan er um, hvussu man kann dagføra vegakervið í økinum, har tunnilsgerðin er. Um so er, hevði tað verið upplagt, at grót úr tunnilsgerðini kundi verið gagnnýtt til ætlanina.

Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum, verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 20. apríl 2022
Beinir Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo