Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Bíðilistar hjá sjúkrahúsverkinum

Spurningar:
1. Hvussu long er bíðitíðin til ymisku viðgerðirnar hjá sjúkrahúsverkinum?
2. Er bíðitíðin á psykiatriska deplinum longri enn ½ ár?
3. Hvør ítøkilig loysn er í umbúna fyri at minka um bíðilistarnar?

Viðmerkingar:
Tað hevur javnan verið frammi um stóru bíðilistarnar á ávísum viðgerðum í heilsuverkinum. Hetta ávirkar nógvar geirar í samfelagunum og ikki minst familjurnar, sum bíða.

Skúlar royna at skipa viðurskiftini til tørvin hjá næmingunum við serligum avbjóðingum. Hetta er ofta, meðan næmingarnir bíða eftir eini útgreining og einum betri tilboði. Ofta skal ein útgreining til fyri at fáa nøktandi hjálp, m.a. til fleiri stuðulstímar ella øðrvísi skúlatilboð.

Tí er tað bíðilistin, sum ger, at m.a. skúlabørn ikki fáa nøktandi karmar ella hjálp í skúlanum. Henda gongd er óivað eisini á øðrum økjum, m.a. barnagarðsøkinum.

Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at fáa yvirlit yvir støðuna.

Á Løgtingi, 8. februar 2022
Jóhannis Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo