Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningureftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Bolognatilgongdin

Spurningar:
1. Hvussu langt er arbeiðið komið við at fáa Føroyar við í Bolognadeklaratiónina?

2. Nær kann væntast, at Føroyar endaliga verða fevndar av Bolognadeklaratiónini?

Viðmerkingar:
Í 2013 lat Føroya landsstýri gera heildarætlanina ”Fólkaflyting og fólkavøkstur”. Orsøkin til, at hendan heildarætlanin varð gjørd, var skeiva gongdin við fólkatalinum í Føroyum og serliga, at yngra ættarliðið valdi Føroyar frá í útbúgvingarhøpi. Sum so er tað ikki ein trupulleiki at taka eina útbúgving í útlandinum, men avbjóðingin liggur í, at vandi er fyri, at ein stórur partur av teimum ungu als ikki koma heimaftur.

Tey seinastu árini hava vit tó sæð, at føroyingar í stórum tali hava leitað sær aftur til Føroyar eftir loknan lestur. Hetta hevur verið sera jaligt fyri føroyska búskapin og fyri tann vøksturin, vit hava sæð í Føroyum tey seinastu árini. Hóast gongdin hevur verið góð, so eru tekin í sól og mána um, at vit ikki hava ráð at sita hendur í favn.

Vit síggja í løtuni eitt lækkandi burðartal og í kanning, sum er gjørd ímillum lesandi á Glasi herfyri, so ætla 60 % av teimum lesandi at fara av landinum at nema sær hægri útbúgving. Eitt lágt burðartal, samstundis sum tey ungu í stóran mun leita sær av landinum, og harvið nógv ung í burðarførum aldri, kann verða við til at skeikla demografisku gongdina og samlaða burðaravlopið.

Hetta vóru m.a. somu eyðkennini, vit sóu í 2013, tá exit Føroyar var í hæddini. Vit eiga tí at taka tølini í kanningini á Glasi í størsta álvara. Vit hava tørv á teimum ungu í okkara samfelag; tey eru við til at flyta hugburðin, ávirka mentanina, kveikja kjakið og annars seta sín dám á samfelagið. Eingin vissa er fyri, at øll tey ungu koma aftur til Føroyar eftir loknan lestur í útlondum, tað hava vit áður sæð mong dømi um.

Harvið ikki sagt, at tað ikki eisini kann vera gott, at ung leita sær aðrar staðir at lesa, leita sær íblástur og fáa sær royndir. Tey skulu sjálvsagt hava loyvi til at royna flogið. Tað er gott fyri samfelagið við øðrvísi royndum, men tað er ein ov stórur partur, 60%, sum ætlar sær at lesa uttan fyri landoddarnar heldur enn í Føroyum.

Í heildarætlanini frá 2013 varð serliga víst á viðurskiftini viðvíkjandi hægri lestri í Føroyum sum ein grundleggjandi fortreyt fyri fólkavøkstri. Tørvurin á einum campus og hartil hoyrandi lestraríbúðum er avgerðandi fortreyt fyri at fáa tey ungu at støðast og fyri, at tey velja Føroyar til í lestrarhøpi.

Tíbetur hevur Fróðskaparsetrið verið í rúkandi menning tey seinastu árini, og talið av lesandi er vaksið nógv. Í dag eru á leið 1000 lesandi á Fróðskaparsetrinum. Hetta er sera gott, men gongdin má halda áfram, og vit eiga at seta okkum greið stór mál, at hetta talið skal upp á 3000 í 2030. Vit eiga at bjóða lesandi úr øðrum londum at lesa í Føroyum, sum harvið kann vera við til at geva Fróðskaparsetrinum eitt veruligt altjóða lestarumhvørvi, sum føroysk lesandi í Føroyum eisini fáa gagn av.

Fróðskaparsetrið má tí alt fyri eitt gerast partur av Bolognadeklaratiónini, sum kann gera tað lættari og smidligari hjá lesandi at ferðast ímillum lærustovnar, har ein lesandi í Føroyum kann taka sína grundútbúgving her fyri síðani at taka ein yvirbygning á útbúgvingini í einum øðrum landi. Hetta arbeiðið hevur tikið alt ov langa tíð og má avgreiðast nú. Vit mugu ásanna, at vit neyvan kunnu bjóða allar útbúgvingar í heiminum út at lesa í Føroyum, men við fjølbroytni í útbúgvingarskipanini ber til at lata tey ungu festa røtur í Føroyum, samstundis sum vit geva teimum flog og møguleika at royna seg aðra staðni í eitt styttri tíðarskeið at fáa íblástur og royndir, fyri síðani at venda aftur til Føroyar. Kanningar vísa, at jú longur tú ert burtur, tess lættari er tað at verða verandi burtur. Tí eiga vit at gera tað møguligt, um ikki at taka alla útbúgvingina í Føroyum so at taka ein part í Føroyum og ein part í útlandinum, og harvið gera tað lættari at velja Føroyar til heldur enn frá. Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 15. februar 2024
Annika Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo