Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Dalstunnilin og tunnilstoymið

Spurningar:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum við Dalstunlinum?
2. Heldur tíðarætlanin?
3. Nær verður dalstunnilsprojektið við tilhoyrandi vegum liðugt?
4. Nær verður fyrsta skotið til tunnilin til Tjørnuvíkar skotið?

Viðmerkingar:
Dalstunnilin er sprongdur ígjøgnum og eftir er nú at gera projektið liðugt. Tunnilin skal tryggjast og asfalterast, og vegir við tunnilsmunnarnar skulu gerast lidnir.

Pengar eru játtaðir til at enda projektið og tí er týdningarmikið, at arbeiðið gongur eftir ætlan.

Eisini er ætlanin, at tunnilstoymið skal til Tjørnuvíkar, tá dalstunnilsprojektið er liðugt.

Fyri at fáa at vita, hvussu arbeiðið hilnast, verða hesir spurningar settir landstýrismanninum.

Á Løgtingi, 4. mars 2024
Jóhannis Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo