Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Gomlu vindmyllurnar hjá SEV

Spurningar:
1. Hvaðani hevði landsstýriskvinnan upplýsingarnar, sum hon gav Løgtinginum tann 3. mai í ár, í svari uppá skrivligan fyrispurning frá undirritaða, har sagt varð, at átøk eru gjørd fyri at minka um sannlíkindini fyri, at trupulleikar verða við gomlu vindmyllunum hjá SEV, og at ongar ábendingar eru um, at tillagingarnar ikki virka eftir ætlan?

2. Metir landsstýriskvinnan framvegis, at svarið sum hon gav, var rætt?

3. Metir landsstýriskvinnan, at gomlu vindmyllurnar hjá SEV eru í góðum standi?

Viðmerkingar:
Tann 12. apríl í ár setti undirritaði landsstýriskvinnuni við umhvørvismálum ein skrivligan fyrispurning um støðuna viðvíkjandi vindorku, SS-005/2022. Í viðmerkingunum til fyrispurningin varð víst á, at tað hevði ljóðað, at fleiri av teimum gomlu myllunum hjá SEV annaðhvørt vóru steðgaðar ella vóru í ferð við at steðga, tí tær vóru í so vánaligum standi. Spurt varð tí, um roknast kundi við, at fleiri myllur fóru at steðga tey næstu árini orsakað av, at tær vóru í ringum standi.

Landsstýriskvinnan svaraði fyrispurninginum tann 3 mai. Hon segði, at átøk eru gjørd, sum skulu forða fyri, at fleiri av myllunum blíva í ólagi, og at ongar ábendingar eru um, at tillagingarnar ikki virka eftir ætlan.

Men tann 15. juni 2023 segði deildarstjórin hjá SEV við Kringvarpið, at flestu myllurnar í Neshaga standa stillar, og at ivasamt er, um nakað verður gjørt við tær, tí tað loysir seg ikki.

Her tykist ikki vera samsvar millum tað, sum landsstýriskvinnan upplýsti fyri Løgtinginum, og tað, sum SEV segði nakrar vikur seinni. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 22. august 2023
Helgi Abrahamsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo