Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Inntøkur frá forskatting av pensjónum

Spurningar:
1. Hvørjar eru framroknaðu mettu árligu inntøkurnar av at forskatta pensjónir næstu 15 árini, og hvat ger tað við haldførið í búskapinum?

2. Hvørjar hava árligu inntøkurnar av at forskatta pensjónir verið seinastu 10 árini?

Viðmerkingar:
Í Føroyum verður pensjónsskatturin ikki spardur upp sum aðrastaðni, tí skatturin av eftirlønarsamansparingini er framskundaður og verður kravdur við inngjaldi sum fígging til raksturin av samfelagnum. Tað samtyktu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin í desember 2011. Tað vil siga, at ein vaksandi samfelagsbólkur frameftir ikki fer at rinda inn í felagskassan, sum hann annars hevði skulað undir gomlu skipanini, undantikið tað, sum var spart upp fram til og við 31. desember 2011.

1. januar 2014 kom eisini nýggj eftirlønarlóg í gildi, har bundna eftirlønargjaldið var 1 prosent av lønini, sum so skuldi vaksa eitt prosentstig um árið upp til hámarkið, sum í 2026 verður 12 prosent av lønini.

Hesar politisku broytingarnar hava væl við sær, at inntøkurnar frá eftirlønarskatti ikki fara at vaksa við somu ferð í framtíðini. Tað fer av tí sama eisini at ávirka inntøkugrundarlagið hjá landskassanum, sum frammanundan ikki er serliga haldførur.

Fyri at fáa greiðu á, hvussu avgerðin at forskatta pensjónir fer at ávirka samfelagsbúskapin og haldførið frameftir, so verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 13. mars 2024
Uni Holm Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo