40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Evni: Heimildir, býti, fiskiskapur og keyp/søla í sambandi við royndarfiskiskap á Føroyabanka

Spurningar:
1. Hvør er ítøkiliga lógarheimildin til, at landsstýrismaðurin hevur býtt dagar til royndarfiskiskap á Føroyabanka til fiskifør, sum ikki brúka dagarnar, men selja teir víðari?

2. Hvør er sakliga grundgevingin fyri, at landsstýrismaðurin gekk ímóti vísindaliga tilmælinum frá Havstovuni og hækkaði tilmælta fiskidagatalið?

3. Hvør er sakliga grundgevingin og líkareglan í avgerðini um, at landsstýrismaðurin ásetti 150 fiskidagar til línuskipini í bólki 3 og 150 fiskidagar til útróðrarbátarnar í bólki 4, men bert 30 dagar til smærru útróðrarbátarnar í bólki 5 (sum høvdu havt 30 dagar í fleiri ár frammanundan)?

4. Hvørji ítøkilig fiskifør í bólki 3 og bólki 4 hava fingið fiskidagar á Føroyabanka í 2022, og hvussu nógvar fiskidagar hevur hvørt fiskifar fingið, og hvussu nógvar fiskidagar hava tey brúkt?

5. Hvørji av hesum hava verið til fiskiskap seinasta árið og lúka treytirnar í sjófeingislógini um at vera skrásett, hava siglingarloyvi, veiðiloyvi og fiskiloyvi?

6. Hvussu nógvir fiskidagar eru avhendaðir og seldir millum fiskiførini, og ítøkiliga frá hvørjum fiskifari til hvat fiskifar og fyri hvussu nógvan pening?

Viðmerkingar:
Í apríl mánaði í ár boðaði landsstýrismaðurin frá, at royndarfiskiskapur skuldi økjast á Føroyabanka í eini serskipan. Í kunngerð varð ásett, at 150 dagar skuldu útskrivast til fiskifør í bólki 3 (línuskip), 150 dagar til bólk 4 (útróðrarbátar), meðan smærri útróðrarbátarnir í bólki 5 fingu 30 dagar – sama fiskidagatal, ið teir høvdu havt í mong ár frammanundan.

Eisini varð ásett, at fiskidagarnir í bólki 3 og 4 vórðu býttir út á fiskiførini í hesum bólkum, men kundu avhendast.

Tí verður spurt, við hvørjari heimild hetta varð gjørt, og hvørjar sakligar grundgevingar og viging av líkaregluni í fyrisitingarrættinum lógu til grund fyri at ganga ímóti vísindaligu tilmælunum frá Havstovuni og at gera eitt slíkt býti millum bólkar og eigarar av fiskiførum í húkafiskiskapi.

Eisini verður spurt, hvørji fiskifør hava fingið útskrivað fiskidagar, um tey eru í vinnu og lúka treytirnar, og hvør veruliga hevur fiskað – harundir hvørjir fiskidagar eru avhendaðir/seldir ímillum.

Á Løgtingi, 5. august 2022
Høgni Hoydal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo