Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Kostnaður av grønum stuðulsskipanum

Spurningar:
1. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla el- og vetnisbilum við mvg afturbering, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?

2. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla el- og vetnisbilum við lægri skrásetingargjaldi, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?

3. Hvat hevur tað kostað landskassanum at stuðla hitapumpuskipanum við mvg afturbering, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?

4. Hvat hevur tað kostað landskassanum at veita stuðul fyri at burturbeina oljufýr, síðani hendan stuðulsskipan bleiv sett í verk, býtt á ár?

5. Eru aðrar grønar stuðulsskipanir, sum kosta landskassanum, og hvat er kostnaðurin av hesum?

6. Hvat hava grønu stuðulsskipanirnar kostað landskassanum samanlagt?

7. Hvat metir landsstýriskvinnan, at allar hesar grønu stuðulsskipanirnar fara at kosta komandi fíggjarár?

8. Hvussu nógv er CO2 útlátið lækkað av hesum tiltøkum í tonsum og prosentum?

9. Metir landsstýriskvinnan, at hesar stuðulsskipanirnar venda sosialt rætt?

10. Heldur landsstýriskvinnan, at føroyska samfelagið í sínari heild fær nóg nógv burturúr hvørjari krónu, sum verður brúkt til grønar stuðulsskipanir?

Viðmerkingar:
Tað eru nógvar grønar stuðulsskipanir settar í verk fyri at fremja grøna orkuskiftið.

Hesar skipanir vísa seg tó at verða rættiliga dýrar fyri landskassan. Spurnartekin kann setast við, um tær venda sosialt rætt, og um tær muna nóg nógv í CO2 roknskapinum.

Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at fáa greiðu á, hvussu nógv hesar stuðulsskipanirnar hava kostað landskassanum, síðani tær eru settar í verk.

Á Løgtingi, 23. november 2023
Steffan Klein Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo