40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Eru Føroyar fyrireikaðar til møguligar illstøður millum russar og ukrainar í Føroyum, og hvat hevur landsstýrið gjørt – ella ætlar at gera, fyri at fyribyrgja slíkum støðum?

Tað hevur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, spurt Bárð á Steig Nielsen, løgmann í einum § 52a fyrispurningi á løgtingi.

Helgi Abrahamsen vísir á, at løgtingið hevur samtykt, at Føroyar skulu taka ímóti 200 flóttafólkum úr Ukraina, og samtíðis er endalig støða ikki tikin til, um vit fara at seta russiskum skipum forboð ímóti at koma í føroyskar havnir.

- Hetta merkir, at vit í komandi tíð møguliga fara at hava fólk úr báðum fíggindalondunum, Russlandi og Ukraina, í Føroyum, sigur løgtingsmaðurin.

- Hesi londini eru í kríggi, og tað kann lættliga henda, at illstøður kykna, har annar parturin vil hevna seg inná hin. Tað kann seta Føroyar í eina óhepna støðu, og tí havi eg sett fyrispurningurin, sigur Helgi Abrahamsen.

Landsstýrið hevur boðað frá, at Føroyar fara at gera sum ES, tá talan er um at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi, og í løtuni er óvist, hvussu umfatandi tiltøkini hjá ES verða.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo