Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Fíggjarligar avleiðingar av kongsvitjan

Spurningar:
1. Hvør er metta samlaða nýtslan hjá landskassanum í samband við kongsvitjanina í summar, heruppií eisini innanhýsis umraðfestingar og arbeiðsorka, sum annars hevði verið brúkt til annað?

Viðmerkingar:
Í uppskoti til eykajáttanarløgtingslóg á vári 2024 (lm. 115/2023) verður biðið um 700.000 krónur afturat til løgmansskrivstovuna í samband við kongsvitjanina.

Semja tykist vera um, at fíggjarliga ávirkanin av vitjanini er størri, men tað tykist ikki greitt, hvussu nógvar pengar og arbeiðsorku vitjanin fer at kosta.

Á Løgtingi, 15. apríl 2024
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo