Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Vetrarfrí

Spurningar:
1. Nær kunnu næmingar og foreldur vænta at vetrarfrítíð verður sett í gildi?

2. Er ætlanin, at frívikan á vetri skal takast av summarfrítíðini hjá næmingunum, so hon verður stytt niður í 7 vikur?

3. Hvussu langt er landsstýrismaðurin komin í fyrireikingunum av vetrarfrítíðini?

Viðmerkingar:
Fólkaskúlanæmingar um alt landið eru farnir í summarfrí. Næstu 8 vikurnar skulu fyllast við upplivingum, samveru og hugna.

Trupulleikin er tó, at foreldrini hjá næmingunum hava ikki 8 vikur summarfrí – helst bara tríggjar samanhangandi vikur. Tað merkir, at hóast bæði foreldur taka tríggjar samanhangandi vikur, so eru børnini einsamøll í tvær, um tey ikki hava aldur til frítíðartilboð.

Harafturat ber als ikki til at halda frítíð saman sum familja.

Um talan er um einligar uppihaldarar, so er uppaftur torførari at fáa frítíðina til at hanga saman.

Hjá næmingunum kann tíðin frá jólum til páskir ofta tykjast drúgv og myrk. Tí hevði ein steðgur á eini viku komið væl við hesa árstíð. Lærarar eru eisini forsprákarar fyri at stytta summarfrítíðina og ístaðin leggja eina fríviku myrku tíðina.

Í februar í ár var landsstýrismaðurin í miðlunum og boðaði frá, at arbeitt verður við at fáa vetrarfrí í fólkaskúlanum – møguliga longu frá komandi skúlaári.

Tí hesir spurningar.

Á Løgtingi, 23. juni 2023
Liljan Weihe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo