Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Viðgerðartrygd, bíðilistar og nýtsla av MR/CT-skannarum

Spurningar:
1. Hvussu langur er bíðilistin til tær mest vanligu diagnosurnar, eisini innan psykiatriska økið?

2. Hvussu leingi skulu fólk bíða eftir at sleppa til eina MR- ella CT-skanning og hvussu verður tann nýggi skannarin í Klaksvík brúktur í tí samlaðu prosessini fyri alt sjúkrahúsverkið í Føroyum?

3. Hvussu nógv verða skannararnir brúktir um vikuna, og kunnu teir verða enn meira gagnnýttir, soleiðis at bíðitíðirnar styttast?

4. Kunna vit brúka okkara skannarar meira fyri at stytta um samlaðu bíðitíðirnar og arbeiða fram ímóti, at føroyingar kunnu fáa somu møguleikar sum í Danmark viðvíkjandi 30 daga viðgerðartrygd?

5. Hvussu nógvar mió. kr. eru settar av í 2024 til nýggjar raðfestingar innan sjúkrahúsverkið fyri at gera okkara sjúkrahúsverk betri og fyri at stytta um okkara bíðilistar?

Viðmerkingar:
Tað er neyðugt, at starvsfólkini innan sjúkrahúsverkið, eitt nú sjúkrarøktarfrøðingar og vaskifólk, fáa neyðuga tilfeingið og neyðugu lønina fyri at motivera starvsfólkini meira til at stytta um bíðilistarnar.

Tað kostar samfelagnum nógv, um fólk ganga óneyðuga leingi við heilsuligum trupulleikum.

Við hesum fyrispurningi verður sjóneykan sett á, um vit hava sett nóg mikið av tilfeingi av til, at vit brúka okkara skannarar optimalt, og til at vita, hvat skal til fyri at stytta um bíðilistarnar til tann føroyska sjúklingin.

Á Løgtingi, 14. mars 2024
Kaj Leo Holm Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo