40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Edva Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Yvirskipaða rehabiliteringslóg

Spurningar:
1. Hvussu langt er komið við arbeiðinum at orða eina yvirskipaða rehabiliteringslóg, sum skal tryggja, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi?

2. Verður tað endiliga talan um “eina hurð” til borgaran tvørtur um geirar?

3. Nær kann væntast, at arbeiðið er komið á mál og lógaruppskot kemur í Løgtingið?

Viðmerkingar:
Tá hendan samgongan bleiv veruleiki, settu vit okkum fyri at fáa loyst hetta sera týdningarmikla mál, sum øll hava bíðað eftir í rættiliga nógv ár.

Vit hava tað greitt niðurskrivað í samgongskjalið. Tað tekur rúma tíð, men arbeiðið er byrjað, og tað er meira, enn man hevur kunnað sagt frammanundan.

Hetta er so alneyðugt fyri borgarar og teirra familjur, sum hava brúk fyri almennum tænastum.

Tá sjúka og ymiskar avbjóðingar raka eina familju, er sera avbjóðandi at skulu brúka alla orkuna upp á at ringja runt til stovnar og ráð, uttan at at fáa eina greiða ætlan viðvíkjandi hjálp og viðgerð.

Tí verður hesin spurningur settur.

Á Løgtingi, 14. februar 2022
Edva Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo