Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Erhard Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Viðvíkjandi vaktarskipanini hjá portørunum á Suðuroyar sjúkrahúsi

Spurningar:
1. Ætlar landsstýriskvinnan at gera broytingar í vaktarskipanini hjá portørunum á Suðuroyar sjúkrahúsi, soleiðis at arbeiðstíðin hjá portørunum verður meira í samsvari við ætlanirnar hjá landsstýrinum at stytta arbeiðstíðina hjá starvsfólki sum heild?

2. Ætlar landsstýriskvinnan at seta pening av á komandi fíggjarlóg til uppnormering av økinum, soleiðis at portørarnir kunnu hava 12 tíma vaktarskipan?

3. Metir landsstýriskvinnan, at núverandi vaktarskipan er í samsvari við ætlanirnar um at stytta arbeiðsvikuna?

4. Metir landsstýriskvinnan, at verandi skipan er í samsvari við lógina um arbeiðumhvørvi?

Viðmerkingar:
Fyri at kunna geva sjúklinginum eina fyrsta floks viðgerð, er tað av sera stórum týdningi, at starvsfólkið, ið verður sent út til kritiskar støður, er væl fyri; í hesum førinum merkir væl fyri, úthvíld.

Eisini kann responstíðin verða avgerandi fyri støðuna hjá sjúklinginum. Um starvsfólk sova heima í tilkallitíðini, í mun til, um tey eru stødd á sjúkrahúsinum, er responstíðin einar 3-5 minuttir longri.

Tað er eisini væl kent ímillum tey, sum arbeiða undir slíkari skipan við tilkallivakt, at svøvnurin er sera ótryggur og svøvngóðskan er vánalig. Hetta kann føra við sær, at einkulta starvsfólkið kennir seg troytt/ stressað.

Samgongan arbeiðir í løtuni við at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar m.a. fyri at tryggja trivnaðin hjá familjuni.

Tað er ikki óvanligt, at ein portørur á Suðuroyar sjúkrahúsi arbeiðir í 55 tímar í eini 4 daga vakt. Tað hendir, at starvsfólk arbeiða upp ímóti 20 tímum um samdøgrið. Hetta merkir sjálvsagt, at hvíldin hevur verið sera óstøðug og ikki nøktandi.

Arbeiðsumhvørvið hjá heilsustarvsfólki er týdningarmikið, bæði fyri starvsfólkið sjálvt, men sanniliga eisini fyri góðskuna á tí arbeiði, vit áleggja teimun.

Tí verður hesin spurningur settur.

Á Løgtingi, 7. september 2023
Erhard Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo