Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sørvágur.fo: Hóast samskiftið millum lond, oyggjar og bygdir er nógv ment seinastu árini, so er Vestanstevnan framvegis eitt gott og kærkomið høvi at hitta næstringar, vinir og kenningar.

Steðgirnir í bygdini eru oftani ódrúgvari nú á døgum, tí sjálvt tey sum koma úr Danmark kunnu fara heimaftur sama kvøld. Soleiðis var tað ikki í 1945, tá Vestanstevnan varð hildin fyrstu ferð. Tá komu gásadals- og bíggjarfólk rógvandi á Vestanstevnu, tí ongin vegur var.

Róð var um kapp á Sørvágsvatnið og bíggjar- og gásadalsmenn mannaðu áttamannafarið ”Smyril” til kappróðurin, fortelur Óla Jákup Gutttesen í nýggju bókini um Bíggjar bygd. Tøðubóndin spenti so fast í, at hann breyt árina aftaná nøkur fá tøk. Tíbetur høvdu teir eyka ár umborð, og triðja takið eftir óhappið róði Tøðubóndin aftur. Tá teir komu um málið, sum var við Gróthústanga, var ”Smyrilin” nógv fremstur!

Og tað eru ikki meiri enn góð 20 ár síðani, at ein munandi størri ”Smyril” legði til kei í Sørvági fullfermdur við kappróðrarbátum og kappróðrarfólki á Vestanstevnu. Men tað broyttist alt, tá skotið var ígjøgnum til Gásadals og millum Vágar og Streymoynna.

Hóast ferðingarmynstrið er ørðvísi, so gleðast vit í Sørvági um, at tað í ár er okkara túrur at skipa fyri Vestanstevnuni og taka ímóti stevnugestum, um tit so steðga her eitt stutt ella longri bil.

Tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin og samanhaldið millum bygdarfólkið, at vit í felag skipa fyri stevnum sum hesari og eitt nú countryfestivalinum, sum vit hildu fyri einum mánaði síðani.

Eins og nógva aðrastaðni er tað ítrótturin – og serliga kappróðurin – sum dregur fólk til summarstevnuna. Og vit borgarar í kommununi kunnu fegnast um, at ítróttarliðini í Sørvági, SÍ, Sørvágs Róðrafelag og 07 Vestur í felag hava riggað til eina góða og breiða skrá fyri stevnuna.

Eldsálir flotaðu róðrarfelagið aftur
Tað gleðiliga er hent her í bygdini, at nakrar eldsálir herfyri tóku seg saman at fáa lív í aftur Sørvágs róðrafelag, sum lá í dvala í nøkur ár.

Byrjað var við barnaróðri fyri gentur og dreingir og ikki kann sigast annað, enn væl hevur eydnast.

Og vit ynskja tykkum bestu eydnu í morgin.

Eldsálirnar hava eisini sett gomlu Dúgvuna í uppruna stand, sum Niclas í Koltri bygdi í 1967, og komandi ár er ætlanin, at fáa eitt nýtt 8 mannafar til bygdina.

Nógv orka er eisini løgd í at seta Róðraneystið ístand. Neystið er málað uttan. Drátturin er gjørdur av nýggjum, og inni er ovara hæddin málað og sett í stand.

Vit borgarar í kommununi hava nógv at takka tykkum fyri, sum sjálvboðin hava gingið á odda fyri at fáa hetta í lag.

Sjálv havi eg stóran áhuga fyri kappróðri og virðing fyri hesum tjóðarítrótti, sum ár undan ári verður borin fram av ungum ættarliðum. Kanska er tað tí eg minnist tær krevjandi venjingarnar og allar árablørðurnar eg fekk, tá eg eitt summari róði kapp við Tjaldrinum.

Eg fylgdi væl við kappróðrinum eftir hetta og var á keini og heilsaði uppá, tá Tjaldrið skuldi rógvaá Norðoyastevnu árið eftir. Tá báturin kom á sjógv kom róp í, tí har manglaði ein genta sum ikki var møtt upp. Tað bleiv rópt og leita, men eingin genta at finna.

Tá sigur bátsformaðurin við meg, at nú mást tú leypa umborð og hjálpa okkum. Orðið var ikki meiri enn hálvtalað, so sat eg við ár í hond. Vit vunnu ikki, og vóru heldur ikki aftast, men eg tori at siga tað er tyngsta takið eg havi tikið uttan venjing.

Men tað verður kanska betur eina aðru ferð, tí eldsálirnar hava syrgt fyri, at fleiri rógvimaskinur eru settar upp í Róðrarneystinum, so tað kann venjast alt árið.

Nýggja høll til flogbólt og skriva søgu í kvinnufótbólti
Á leikvøllum er Sørvágur best kendur fyri avrikini í flogbólti seinastu nógvu árini. Sørvágs Ítrottarfelag hevur alt upp hópin av framúr góðum flogbóltsleikarum millum gentur og dreingir í bygdiní, og telist tí millum mest vinnandi liðini í føroyskum flogbólti yvirhøvur.

Tað kemur ikki av sær sjálvum, men frá miðvísum arbeiði, stálsettum vilja og áhaldandi venjing. Skulu vit varðveita oddastøðuna og halda fram at menna flogbóltin í Sørvági, so mugu umstøðurnar til venjing og dystir dagførast.

Góðu borgarar og flogbóltsfólk, tað eiga vit at gera og tí arbeiðir bygdaráðið við eini ætlan, um at byggja eina nýggja høll.

Í fótbóltsfelagnum 07 Vestur dríva tey á. Felagið hevur eina spennandi tíð fyri framman, tí ongantíð áður er so nógv gjørt burturúr fótbóltinum frá yngstu deildini til Betri deildina.

Sum ung royndi eg meg sum fótbóltsspælara í eitt stutt tíðarskeið. Tá var fótbóltur nakað, sum hoyrdi monnunum til, so eg spældi saman við dreingjunum, men eg eri sera fegin um, at gentur og kvinnur í dag kunnu taka lut í kappingum í kvinnufótbólti.

Og arbeiði hjá 07 Vestur í Betri deildini til framafyri kvinnufótbóltin hevur longu givið spennandi úrslit. Tí tá kvinnulandsliðið varð úttikið seinast, vóru boð eftir einum av okkara, og sostatt skrivaði Sissal Haraldsen søgu, tá hon gjørdist fyrsti landsliðsleikari fyri 07 Vestur

- - -

Vit hugsa ikki altíð um, hvussu nógv vit fáa afturfyri, tá vit standa saman og stuðla átøkum, sum verða fyriskipaði í nærumhvørvinum. Ítróttarfólki, tónleikalívið og onnur mentanarátøk ríka okkum lívið, eins og tænastuvinnan ger tað høgligari og hugaligari at búgva í Sørvágs kommunu. Tað eiga vit øll at virðismeta.

Og gloymi ikki at fegnast um vakurleikan í bygdunum, fjøllunum, dølunum og vøtnunumsum hoyra kommununi til.

Skaldið Martin Joensen minnir okkum á hetta í sanginum Nánd:

Far innar í stovuna um hon er trong

Og lurta - hon syngur ein stillan song

Hon rúmar tó nakað, sum tú leggur í

Har vantar bert tað - at tú varnast tí.

Tann eydnan, tú hómar um blánandi fjøll,

Hvør sigur hon finst ei í heimahøll

Tú átti ei friðleysur leita so fjart,

Men lært teg at elska tað, sum tú sært.

Við hesum orðum seti eg Vestanstevnuna 2022 og ynski tykkum øllum vælkomin og eina góðastevnu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo