So halda vit til - í Jesu navni
- Zacharias Nielsen, grindaformaður í Sandavági

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Myndin sýnir upprunaliga uppskotið, sum listamaðurin Edward Fuglø gjørd

Myndin sýnir upprunaliga uppskotið, sum listamaðurin Edward Fuglø gjørd

Myndin sýnir upprunaliga uppskotið, sum listamaðurin Edward Fuglø gjørd

Tórshavnar kommuna: Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók í fyrraárið stig til beinanvegin at útvega fígging og at fara undir at gera standmyndina av Andreu Árting, ið skal setast upp í Steinatúni. 

Men tað hevur víst seg at vera rættiliga avbjóðandi at gera standmyndina, soleiðis, at arbeiðið hevur drigið út.

Seinasta ætlanin var, at standmyndin skuldi avdúkast á sjálvum kvinnudegnum 8. mars. Men fyri eini tíð síðan boðaði bronsustoyparíið, sum ger standmyndina frá, at hetta fór ikki at halda.  

Framleiðslan av standmyndini gjørdist væl truplari, enn roknað varð við. Ein frágeiðing vísir, at uppgávan hevur verið ein størri avbjóðing, enn upprunaliga væntað – ein orsøk er, at kompleksi bygnaðurin ikki er royndur á henda hátt áður.

Nú er so ein endalig avtala gjørd, soleiðis at standmyndin kemur til Føroya mitt í juli og kemur upp at standa stutt eftir. Seinkaða arbeiðið hevur hartil ført við sær ein lítlan meirkostnaða uppá 170.000kr. 

- Nú er altso uppá tíðina, at henda megnar fakfelagskvinna, sum stýrdi Havnar Arbeiðskvinnufelag í samfull 40 ár, fær eina standmynd reista í Steinatúni, sigur Heðin Mortensen.

- Málið er gamalt, men vit halda okkum til upprunaliga tilmælið um eitt fólksligt verk, sum skal vera sjónligt í býarmyndini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo