Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Hevur tú áhuga fyri havlívfrøði, royndir innan havlívfrøði, kunnleika til føroyskan fiskiskap, verið til skips ella líknandi? Nú er eitt fjølbroytt og spennandi starv sum biologassistentur leyst at søkja á Tilfeingisdeildini hjá okkum.

Starvsstaðið er á Havstovuni og umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.

Kjarnuvirksemið á Tilfeingisdeildini á Havstovuni er at gera nýggjar kanningar um fiskatilfeingi og at fylgja við gongdini í fiskastovnum, sum føroyska samfelagið hevur áhuga í.

Dámar tær væl at rokast, men hevur samstundis áhuga og bindindi at arbeiða við smálutum, so fer starvið sum biologassistentur á Havstovuni at passa væl til tín.

Arbeiðsøkið:
-    Tú verður biologassistentur á Tilfeingisdeildini. Høvuðsarbeiðið er fiskakanningar.

-    Tú fert at aldursgreina fisk í toymi við øðrum biologassistentum. Eisini fert tú at taka prøvar av fiski bæði á rannsóknarskipi, á Havstovuni og møguliga á landingarmóttøkum kring landið.

-    Tú fert at sigla við Jákup Sverra á ymiskum rannsóknartúrum, har arbeiðið kann vera fysiskt krevjandi.

-    Tað kann henda, at tú skalt við øðrum skipum at gera kanningararbeiði.

-    Tú eigur at rokna við, at tíðin umborð á skipi tekur umleið tríggjar mánaðir spjatt yvir árið.

-    Tú fert at gera annað fyrifallandi arbeiði eisini.

Setanartreytir
Ongin beinleiðis treyt er til útbúgving. Tó eru navigatørútbúgving, royndir til sjós, styttri útbúgving innan lívfrøði ella tilfeingi – ella bert áhugi fyri havlívfrøði góður førningur til starvið sum biologassistentur.

Góð evni at samstarva er ein fortreyt í okkara granskingarumhvørvi við nógvum ymiskum virksemi og fakbólkum.

Løn sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsókn við avritum at prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 3. juni 2024 kl. 12. Umsókn skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Helgu Báru Mohr Vang, varadeildarleiðara, teldupost helgab@hav.fo, ella Maritu Rasmussen, stjóra, teldupost marita@hav.fo, tlf. 35 39 00.

Um Havstovuna: Á Havstovuni arbeiða vit við at granska og kenna havumhvørvið í teimum økjum, har Føroyar hava fiskiveiðuáhugamál. Havstovan hevur tí bestu vitanina um lívfrøðiliga ríkidømið, sum føroyski búskapurin stendur á.

Havstovan ráðgevur almennu myndugleikunum um m.a. fiskiskap, luttekur í fiskiveiðusamráðingum, og í altjóða og vinnuligum verkætlanum. Á Havstovuni verður granskað í øllum teimum viðurskiftum, sum hava týdning fyri livilíkindini hjá sjófeinginum kring Føroyar.

Aftrat vanliga arbeiðinum arbeiðir Havstovan við fleiri verkætlanum. Summar av hesum ger stovnurin einsamallur, meðan aðrar verða framdar í samstarvi við føroyskar ella útlendskar granskingarstovnar og/ella vinnuna. Verkætlanirnar eru oftast heilt ella partvís fíggjaðar uttan fyri Havstovuna.

Á Havstovuni arbeiða 34 starvsfólk og umborð á okkara havrannsóknarskipi Jákup Sverra arbeiða 15 sjófólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo