Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Vinnuhúsið vitjaði í farnu viku síni systirfeløg í Íslandi, SI og SA. Avbjóðingarnar hjá Íslandi líkjast nógv teimum avbjóðingum vit hava í Føroyum, serliga hvussu vit tryggja nóg mikið av skikkaðum starvsfólki komandi árini.

Vinnuhúsið vitjaði í farnu viku síni systirfeløg í Íslandi, SI og SA. Tosað varð m.a. um karmarnar fyri at reka vinnu, og um vaksandi tørvin á starvsfólki komandi árini. Í íslandi er eisini stórur tørvur á starvsfólki, og starvsfólk við útlendskum uppruna telja uml. 20% av arbeiðsstyrkini. Mett verður, at hetta talið kemur at vaksa komandi árini, tí tað verður torført at fáa arbeiðsútboðið at vaksa millum íslendingar.

Stórur vøkstur er í sonevndum innovatiónsdrivnum fyritøkum í Íslandi, og kanningar vísa, at bara í tí sektorinum verður tørvur á uml. 9.000 serfrøðingum komandi fimm árini, um tað skal bera til at nøkta væntaða eftirspurningin. Bara til at viðlíkahalda verandi virksemi verður tørvur á 1.000 nýggjum serfrøðingum komandi fimm árini.

Eisini varð tosað um mest gagnligu karmarnar fyri at reka vinnu, og í Íslandi leggja tey stóran dent á, at tað skal vera lætt at reka vinnu (ease of doing business).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo