Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkakirkjan: Kirkjuráðini i Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi innstillaðu Steintóra Gleðisheygg Joensen í embætið sum sóknarprestur í Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju.

Nú er innstillingin staðfest, og landsstýriskvinnan í Almanna- og Mentamálaráðnum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Steintóru sum sóknarprest í Suðurstreymoy.

Steintóra var prestvígd í apríl 2021, tá ið hon gjørdist vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í nakrar mánaðir. Síðani tá hevur hon verið virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi, nú sóknarprestarnir báðar tvær hava verið í hvør sínum barnsburðarfarloyvi. 

Steintóra byrjar í nýggja embætinum tann 1. november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo