Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Klaksvíkingar eru stórfavorittar í steypafinaluni hjá monnum, sum verður í høllini á Hálsi seinnapartin leygardagin. Klaksvíkingar eru greipuvinnarar frá í fjør, og stigatalvan í landskappingini leggur ikki upp til nakra broyting í so máta í ár

Tað hevur gingið serstakliga væl í hond hjá Mjølnir hesi seinastu bæði kappingarárini.

Ikki tí, eingin hevur nakrantíð ivast í evnunum hjá klaksvíkingum at spæla flogbólt, ein stóran part av tí, sum er farið av hesi øldini, hevur bara ikki eydnast teimum at fáa tingini at hanga so væl saman á vøllinum, at teir hava fingið steyp burturúr.

Gamaní vunnu teir ta fyrstu, sum varð leikt í 2000, og tvær í 2006 og í 2007, men annars hevur verið so eiðasørt heilt fram til í fjør, sjálvt um Mjølnir annars hevur verið í tíggju finalum tilsamans. Finalan í morgin er tann 11 hjá Mjølnir.

Í so máta ber ikki til at siga, at klaksvíkingar hava klárað seg illa, tí tað skal eisini eitt sindur til at koma í finaluna. Men so er tað hatta við at vinna. Har hevur staðið meira á.

Krútsterkt lið
Nú er tó vent í holuni. Í fjør eydnaðist felagnum at skrúva eitt sterkt lið saman, eitt so sterkt lið, at eingin kláraði at gera nakað við klaksvíkingar.

Teir vunnu fyrst steypakappingina og síðan landskappingina, og tá hugt verður ígjøgnum liðið, er kanska einki at siga til.

Mált spælara fyri spælara er liðið kanska ikki tað besta, sum hevur verið í Føroyum, men liðið hevur fram úr góðar einstaklingar, har fleiri eru bestir á sínum plássi í kappingini.

Hinvegin hevur Mjølnir klárað at spælt eitt ómetaliga sterkt lið, og eina ómetaliga sterka eind, saman, og tað ger stóran mun. Tá tú so hevur einstaklingar, sum kunnu avgerða dystir, tá er torført hjá øðrum at vinna.

Sørvingar eisini stinnir
Er tó nakar, sum skal kunna vinna á Mjølnir, so er tað kanska akkurát SÍ.

Sørvingar hava verið í 15 finalum og hava vunnið slakan helmingin, sjey finalur. Ta seinastu fyri tveimum árum síðan, tá teir eldru sørvingarnir spældu seg í finaluna, sum teir vunnu á fuglfirðingum.

Og júst hetta, at sørvingar hava verið so stinnir, sum teir hava verið tey fyrstu 20 árini av hesi øldini, er nakað, sum telur upp.

Sørvingar - og fuglfirðingar, sum tó vóru ov stuttir til finaluna í ár - hava staðið fyri einum stórum parti av tí spennandi, sum er hent í føroyskum flogbólti seinastu nógvu árini, og tað sæst eisini aftur á úrslitunum. 

Tað sæst eisini aftur í talinum av landsliðsleikarum og vísir týðiliga, hvussu stóran týdning tað hevur at brúka orkuna rætt.

Nógvar royndir
Sjálvt um stigatalvan í landskappingini sigur, at Mjølnir er langt fremst í landskappingini, so eru onnur viðurskifti, sum í morgin kunnu hava stóran týdning fyri akkurát handan dystin.

Mjølnir er eitt lutfalsliga óroynt í landsliðshøpi, men har eru tó tríggir leikarar, sum hála nógv upp í so máta. Thorvald Danielsen, sum hevur spælt 72 landsdystir, Trygvi Hansen, sum hevur spælt 34, og Steffan Rosenlund Olsen, sum hevur spælt 24. Dávið Hentze hevur eisini spælt tveir landsdystir.

Á hesum málistokkinum fevna sørvingar munandi breiðari, tí allir teir 14 leikararnir hjá SÍ hava spælt landsdystir. Jóan Petur á Stongum hevur spælt 73 dystir og flestar av øllum, sum fara á vøllin í morgin, og tann av sørvingunum, sum hevur spælt fæst, er Oskar í Haraldstovu Weihe, sum hevur spælt seks dystir.

Tilsamans hava sørvingar spælt 417 landsdystir sínamillum og klaksvíkingar 132.

Spurningurin er so, um hetta er nokk. Ella um klaksvíkingar gera tað, sum er væntað av teimum, og vinna annan finalusigurin á rað. Tað fáa vit at síggja í morgin.

Allar finalurnar verða sendar í sjónvarpi ella verða stroymdar. Eisini sendir FM 1 frá kvinnu- og mansfinunum.

Leikskrá steypafinalur - yngri og eldri
Dato Kl. Deild Heimalið Útilið
Ley 22.02.20 kl. 9.00 D12 ÍF
Ley 22.02.20 kl. 10.15 G14B Ternan Fleyr
 
Ley 22.02.20 kl. 13.30 MK Mjølnir
Ley 22.02.20 kl. 16.00 MM Mjølnir 
 
Ley 22.02.20 kl. 18.30 D15 ÍF
Ley 22.02.20 kr. 19.45 G19 Fleyr
 
Sun 23.02.20 kl. 13.00 G12 TB Fleyr
Sun 23.02.20 kl. 14.15 D17 Fleyr
Sun 23.02.20 kl. 15.30 G14 A TB
Sun 23.02.20 kl. 16.45 G16 TB
Sun 23.02.20 kl. 18.00 KU TB
Sun 23.02.20 kl. 19.15 MU TB/Fleyr/ÍF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo