Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Fólkatalið vaks við 572 persónum seinasta árið, og 1. mai búðu 54.431 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiðið.

Burðaravlopið minkaði óvanliga nógv í byrjanini av 2022, og hóast minkingin lutvíst varð uppvigað av einum lítlum vøkstri í nettoflytingini, so minkaði tað um árliga fólkavøksturin. Seinastu mánaðarnar er burðaravlopið vaksið eitt sindur aftur, samstundis sum nettoflytingin er minkað eitt sindur. Spakuligi vøksturin í fólkatalinum heldur tí fram.

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 191 fólk og eini nettoflyting á 381 fólk.  Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin minkað meðan burðaravlopið er vaksið. 

Lítil minking í nettoflytingini
Trendarnir vísa, at munurin millum tilflyting og fráflyting er minkaður nakað seinastu mánaðarnar. Síðani síðsta heyst hevur gongdin í tilflytingini verið minkandi samstundis sum gongdin í fráflytingini hevur verið meira støðug enn frammanundan, tá gongdin í bæði tilflyting og fráflyting var vaksandi. Nettoflytingin er tí minkað eitt sindur eftir at hava verið støðugt vaksandi í tíðini frammmanundan.  Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini.

Flestu kommunurnar vaksa
Fólkatalið vaks í 18 av teimum 29 kommununum. Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu. Síðani í Sjóvar og Nes kommunu, har lutfalsligi vøksturin eisini var stórur. 
Størsta minkingin var í Hvalbiar kommunu og Eysturkommunu.  

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. mai 2022 og 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo