Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Komið heim, siga bæði kommunalu- og landsmyndugleikarnir í kór.

Men til hvat?

Nú segði ein stjóri seg frá, tí tað almenna hevði ikki rætt hond frá síðu í meira enn 5 ár.

Ein persónur varð einmælt innstillaður at fáa eitt superstarv hjá tí almenna, men ein politikari segði nei.

Í dag er ein stjóri settur, sum fyrr hevur verið stjóri bæði her og der.

Er tað so, at tey sum søkja starv og tey, sum seta í starv, eru tey somu, ið hava sungið somu sangir í kór á Oyrasundi?

Nei, vit bara spyrja fyri tey, sum kanska ætla sær heim, og ikki eru so gomul, at tey hava sungið kór í 70'unum og hava fyrrverandi størv at vísa á.

Er tað sama innannøring í føroysku almennu starvssetanunum, sum summi siga er í føroyska fólkinum, spyrja vit eisini.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo