Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mánaðarlønt kunnu síggja fram til eina lønarhækking á 0,45% í sambandi við "avtøkuna" av dýra biðidegi. 

Tað stendur í lógaruppskotinum, sum stjórnin í Danmark hevur sent til hoyringar viðvíkjandi dýra biðidegi.

Ane Halsboe-Jørgensen, arbeiðsmálaráðharri, sigur í eini samrøðu við DR, at tað hevur verið umráðandi fyri stjórnina, at lønin verður ein partur av uppskotinum. 

- Tað er serstakliga umráðandi fyri meg, at tá vit sum politikarar og stjórn ynskja at avtaka ein heiligdag, at vit sjálvandi sláa fast í sama viðfangi, at tað merkir, at fólk skulu hava løn fyri hendan arbeiðsdagin. Og tað tryggja vit við hesi lógini, sigur ráðharrin. 

Verður lógaruppskotið samtykt í fólkatinginum, so verður dýri biðidagur ikki longur ein heiligdagur frá 2024 at rokna.

Dýri biðidagur hevur verið hildin líka síðan 1686.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo