

Jens Stoltenberg ávarar í dag Kina um ikki at lata deyðilig vápn til Russlands, tá ið hann legði fram ársfrágreiðingina hjá Nato, skrivar NRK.
– Vit hava ikki nakað prógv um at Kina letur deyðilig vápn til Russlands, men vit hava sæð tekin um, at tað hevur verið eitt ynski frá russiskari síðu, og at hetta hevur verið umrøtt í Beijing av kinesisku myndugleikunum, segði Stoltenberg og legði afturat:
– Kina átti ikki at givið deyðiliga hjá til Russlands, tað er at stuðla einum ólógligum kríggi, segði hann í Brússel.
New York Times skrivar í dag, at Kina hevur selt dronur og dronulutir til Russlands fyri yvir 12 milliónir dollarar eftir at landið fór í kríggj við Ukraina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo