Sambært Aftonbladet er fyrrverandi Manchester United leikarin Ravel Morrison nær við at skriva undir sáttmála við svenska felagið Östersund.
Hetta váttar leikarin sjálvur fyri Aftonbladet.
Morrison, sum nú er 26 ára gamal, varð leingi sæddur sum tann mest evnaríki United leikarin, síðan Paul Scholes sló navn sítt fast í 1990-unum.
Morrison spældi á ungdómsliðnum hjá United við m.ø. Paul Pogba og Jesse Lingard, men hevði hann tó sera trupult við at hugsavna seg um fótbóltin.
At enda fekk Sir Alex Ferguson nokk og seldi hann til West Ham United.
Morrison leikti bert tríggjar dystir fyri besta liðið hjá United - í League Cup í 2010/11 & 11/12.
Síðan tíðina í United og West Ham, har Morrison eisini hevði trupult við at vera professionellur, hevur hann spælt við Birmingham City, Queens Park Rangers, Cardiff City, Lazio og Atlas (!!).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo