Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fróðskaparsetur Føroya: Greinin er givin út í danska tíðarritinum Politica, sum verður givið út av Institut for Statskundskab á Århus Universitet og Syddansk Universitet.

Greinin vísir, at føroyingar sum heild vóru væl nøgdir við handfaringina av koronu-farsóttini á sumri í 2021, og at álitið á almennar myndugleikar var stórt undir farsóttini. Greinin er eisini komparativ ella samanberandi, tí somu spurningar vórðu settir í níggju ymiskum londum á sumri í 2021 (Svøríki, Stórabretlandi, Týsklandi, Italia, Føroyum, Danmark, Ungarn, Fraklandi og USA). Sera fáir føroyingar hildu, at tiltøkini vóru ov umfatandi ella at demokratisk rættindi vóru í vanda. Fáir føroyingar hildu eisini, at myndugleikarnir fjaldu viðkomandi upplýsingar um farsóttina. Tey allar flestu søgdu seg ynskja koppseting ímóti koronu, og tey flestu hildu eisini, at landsins myndugleikar hava ført neyðuga politikkin.

Greinin kannar eisini, hvørjir samfelagsbólkar høvdu høgt ella lágt álit á myndugleikar undir farsóttini, og hvørjir faktorar - t.d. aldur, útbúgving ella politisk sannføring – høvdu ávirkan á, hvussu fólk svaraðu. Greinin vísir, at bæði aldur, útbúgving, átrúni og politisk sannføring høvdu ávirkan á, hvussu fólk svaraðu.

Heini í Skorini er lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, og Herit Albinus er námslektari og búskaparfrøðingur á somu deild. Greinin er gjørd í samstarvi við stóra danska granskingarverkætlan undir heitinum HOPE (How Democracies Cope With Covid), og verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo