SMS: Ætlar tú tær eisini at ferðast í egnum landi í summar saman við vinfólki, familju, arbeiðsplássi ella kanska polterabend?
Leygardagin 13. mai verður stórt ferðatiltak á Torginum í SMS. Her fært tú møguleikan at hitta fleiri ymsir veitarar úr føroysku ferðavinnuni, sum allir eru klárir at vísa tær eitt ella fleiri boð uppá eina heilt serliga útferð í Føroyum.
Harumframt draga vit náttúruna inn í SMS, har vit millum annað geva tær møguleikan at taka eina sjálfi á Slættaratindi. Eisini bjóða vit ein heilt serligan 3D pall til myndatøku á Torginum. Tiltakið byrjar klokkan 10 og heldur á fram heilt til klokkan 18.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo