

Føstulávint byrjar av álvara leygardagin 2. mars kl. 10, tá stóra føstulávintshaldið hjá SMS verður skotið í gongd.
Á skránni verður andlitsmáling, myndatøka av vøkru grýlunum, tunnusláttur, skattaveiða við Bubu og síðan endar dagurin við, at Bubu velur bestu grýlurnar. Afturat mongu tiltøkunum bjóðar SMS ókeypis føstulávintsbollar og sunkinst.
Føstulávintstiltakið hjá SMS er á hvørjum ári, og tað er sera væl umtókt millum bæði foreldur og børn. Orsøkin er uttan iva mongu tiltøkini á degnum, góði hýrurin, og at tað altíð er gott veður inni í SMS.
Skráin til Føstulávintshaldið í SMS leygardagin 2. mars:
Kl. 10-14: Andlitsmáling
Kl. 10-14.30: Tak eina mynd í grýluboksini
Kl. 11-12: Tunnusláttur - Børn upp í 4 ár og børn 5-8 ár
Kl. 12.15-12.45: Skattaveiða við Bubu
Kl. 13-14: Tunnusláttur - Børn 9-12 ár
Kl. 14.15: Bubu velur bestu grýlurnar
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo