Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Manglar Vestmanna ein Gerhard, spurdi orðstýrarin, John Johannesen, við tilsiping til navnframa borgarstjóran í Skopun, sum fór á ting við tí høvuðsendamáli at fáa Sandoynni fast samband við meginøkið. 

- Á valinum í 2002 vórðu Báður á Steig Nielsen og Gerhard Lognberg valdir á ting. Hvar er tunnilin, Bárður, prikaði orðstýrarin fyrrverandi løgmann, sum tó ikki lat hetta sita á sær men minti á, at tað vóru Hans Pauli Strøm og hann, sum tá vóru landsstýrismenn, sum syrgdu fyri, at Vestmannatunnilin kom í Samferðsluætlanina frá 2005. Síðani kundi meira verið hent, viðgekk hann.

- Hóast tað haldi eg, at góðir møguleikar eru fyri, at byrjað verður at bora í hesum valskeiðnum, nú nógvar av verandi tunnils verkætlanum antin eru ella eru um at verða lidnar, segði Bárður Nielsen sum fekk undirtøku frá at kalla øllum hinum politisku umboðunum sum vórðu møtt.     

- Spurningurin er ikki um men nær, sum onkur teirra tók til.

Jákup Oluf í Skálum, stjóri í VestPack greiddi frá, at fyritøkan árliga flytir eini 1.000 tons av rá- og lidnari vøru um Høgareyn.

- Avbjóðingin er ikki bara, tá tað ikki er koyrandi, men líka nógv tá tað er ótrygt at koyra, segði hann og vísti eisini á, at fleiri av starvsfólkunum eru avbygdafólk, og tí eisini hava ampa av at koyra til og frá teir ringu vetrardagarnar.

Borgarstjórin í Vestmanna, Bjørg á Rógvu, segði millum annað, at verandi vegi til Vestmanna bagir onki. 

 - Men hann kann bara ikki brúkast ein alt ov stóran part av árinum, tí tað er ikki koyrandi. Og hugsa um CO2 útlátið frá allari tungu ferðsluni sum fer um Høgareyn eitt nú við alifiski. Tað stendur í andsøgn til grønu orkuna, sum SEV ger her í bygdini, vísti hon millum annað á.

- Vestmenningar hava sanniliga víst samfelagssinni, tá tøk skuldu takast, segði hon við tilsiping til stóru vatnorku útbyggingarnar hjá SEV í Vestmanna.

Umboð fyri fyrireikararnar, Marner Joensen, vísti á, at farleiðin um Høgareyn liggur munandi hægri enn bæði Sandavágshálsur og Gøtueiði. Tunnils verkætlanir, sum viðhvørt verða settar upp ímóti einum tunli til Vestmanna.

Tiltakið var hildið á Miðnámi í Vestmanna, og eisini rektarin har, Magnus Gaard, tók orðið og vísti á ampan, sum næmingar og lærarar hava av ótryggu farleiðini.

Tað hevur verið frammi, at ein tunnil til Vestmanna kanska átti at komið út í Kvívík heldur enn við rundkoyringina í Leynum. Men tað var týðuligt, at stór semja var ímillum fundarfólkið, at Leynar er einasta rætta stað til tunnilsmunnan.

Dávur Reinert Hansen, verkætlanarleiðari fyri ætlaðu Pump Storage verkætlanina hjá SEV, sum meiningin er at gera á sama stað sum munnin til Vestmannatunnilin verður, var eisini biðin um at greiða frá, og um okkurt slag av synergi kundi fáast burturúr at tvinna ta verkætlanina saman við einum komandi Vestmanna tunli. Dávur Reinert Hansen segði, at samstarv er altíð gott, men talan er tó um tvær so ymiskar verkætlanir, at tað ikki er nøkur sjálvfylgja, at tær kunnu tvinnast saman.

Sera stórur áhugi var fyri fundinum, fleiri enn 100 fólk vórðu møtt, umframt at tiltakið var stroymt á netinum, har eisini útivið 100 fólk fylgdu við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo