Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Sólin skínur oman og niðan í Klaksvík í dag, og nú er hol sett á tann longsta av teimum trimum festivaldøgunum. Framførslurnar eru byrjaðar og halda fram til kl 04.00 í nátt.

Høvuðsnavn í kvøld er Roger Hodgson úr Supertramp, sum eisini vitjaði festivalin fyri 12 árum síðani. Hesaferð hevur hann bólk við sær og fer at spæla stóru hittini hjá Supertramp – eitt nú Breakfast In America, Logical Song og Give A Little Bit.

Fyrsta konsertin á Vágsbø í dag er gospelkonsert við fýra kendum føroyskum gospelsangarum – Fríðbjørg Jensen, Ólavur á Váli Olsen, Vanja Carlsen og Heine Lützen. Konsertin verður kl. 16.00.

Í kvøld verða eisini konsertir við eitt nú Aria, Hamradun, Tinganest, Kim Hansen, Guðmundur R, Ingibjørg Hansen og Páll Finnur Páll. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo