Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Ein av heilt stóru norðurlendsku portalunum við undirvísingartilfari til skúlanæmingar er nú tøkur á føroyskum. Fyrrapartin í dag (mikudagin 18. mai) varð føroyski parturin av nordeniskolen.org “latin upp fyri almenninginum” av Rigmor Dam, landsstýriskvinnu við undirvísingar- og mentamálum.

Læringsportalurin nordeniskolen.org hevur virkað á teimum stóru norðurlendsku málunum í nøkur ár. Við stuðli frá grunninum Nordregio hevur tað nú verið gjørligt at fingið umfatandi portalin týddan til føroyskt, so at føroyskir skúlanæmingar eisini kunnu fáa gleði av nógva tilfarinum á sínum egna móðurmáli.

Tað er samstarvsfelagsskapurin hjá norrønu feløgunum, FNF (Foreningarna Nordens Förbund) sum hava ment portalin við fíggjarligum stuðli frá Norðurlendska ráðharraráðnum og ymsum norðurlendskum grunnum.

Høvuðsevnini á nordeniskolen.org eru Mál & Mentan og Veðurlag & Náttúra.

Tilfarið undir Mál & Mentan tekur útgangsstøði í, at undirvísing í skandinavisku málunum norskum, donskum og svenskum hevur eina endurnýggjan fyri neyðini. Uppgávur og innihald eru ment og samansett við serligum atliti til málsligan didaktik, ið m.a. setir talaða málið og lurtifatanina í miðdepilin.

Hetta verður m.a. gjørt við filmum og livandi forteljingum.

Tilfarið undir Veðurlag og Náttúru setir fokus á evnini burðardygd, orkunýtslu og orkukeldur. Næmingarnir læra at samstarva við onnur ung í Norðurlondum um at finna burðardyggar loysnir, ið kunnu virka í gerandisdegnum heilt úr Grønlandi har norðuri til Finnlands har eysturi.

Á nordeniskolen.org er eisini møguleiki at finna og samstarva við norðurlendskar vinarflokkar, so at flokkarnir kunnu loysa uppgávur í felag.

Týðingin til føroyskt er gjørd í tøttum samstarvið við Norrøna Felagið í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo