Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Meðan bummurin við Tórsbreyt eitt stutt tíðarbil hevur verið til umvælingar vegna skaða, hevur onkur spolað runt inni á grasvøllinum við bili og gjørt stóran skaða á sjálvan vøllin.

Í skrivandi løtu veit hvørki løgregla ella nakar annar, hvør hevur framt hesa skemdargerð. Men málið verður kannað.

Heitt verður á fólk um at boða frá, um tey hava sæð tilburðin ella vita nakað, sum kann føra til, at funnið verður fram til tann, sum hevur framt herverkið.

Hetta er serliga harmiligt, tí fleiri tílík meiningsleys herverk hava verið í seinastuni á ognir hjá kommununi. Talan er um kostnaðarmiklar umvælingar á ognir, sum øll áttu at sæð eina æru í at farið væl um.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo