Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ætlaði fundurin, sum skuldi verða í kvøld, er útsettur fyri veður. Stovnandi aðalfundurin verður tískil hóskvøldið 1. februar kl. 19.30 í skúlanum á Argjahamri, sigur áhugabólkurin í fráboðan.

Áhugabólkurin “Varðveitið fríøkið við Sandá” hevur avgjørt at stovna eina náttúrufylking Sandá at frama, um áhugi er fyri tí.

Fundurin verður klokkan 19 í kvøld í skúlanum á Argjahamri.

Á fundinum verður greitt frá støðuni um fríøkið við Sandá, sum aftur er endað í Byggi- og býarskipanarnevndini til støðutakan.

Áhugabólkurin hevur gjørt eitt uppskot til viðtøkur fyri eina “náttúrufylkingina - Sandá at frama” at leggja fyri fundin.

Sum er, hevur ein áhugabólkur arbeitt við málinum at “varðveita fríøkið við Sandá”. Men bólkurin heldur, at tað er betri at skipa bólkin sum eina fylking við viðtøkum og limagjaldi, um onnur stig skulu takast.

Á fundinum verður sjálvandi orðaskifti um, hvat nú skal gerast fyri at varðveita náttúruna við Sandá -  størstu ánna og eitt av almennu fríøkinum í høvuðsstaðnum.

Kaffi og te verður at fáa.

Áhugabólkurin "Varðveitið fríøkið við Sandá"
Fyri bólkin Urd Johannesen, Heri á Rógvi, og Jóhann Mortensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo