40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Styrkifelagið Stoyt: Komandi vikuskifti skulu 6 lyftarar frá Styrkifelagnum Stoyt kappast til tað danska meistaraheitið. Kappingin verður hildin í “Hafnia Hallen” í Keypmannahavn. Fyri at kunna luttaka í tí danska meistaraheitinum er tað neyðugt hjá lyftarinum at kvalifisera seg til kappingina. Tí tað er ikki ein og hvør sum kann luttaka til tað danska meistaraheitið.

Teir 6 luttakarirnir eru; Asta Egilstoft Nielsen, Maibrit Reynheim Petersen, Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Leif Á Bøgarði og Sofus Bech. Afturat hesum hevur Julia Jacobsen eisini megnað kravið at luttaka til kappingina, men kann tíverri ikki vera við í ár.

Fyrra árið, 2021, luttóku eisini 6 lyftarar frá føroyum til kappingina. Hetta árið komu lyftarirnir heim við 3 gull og 4 silvur heiðurmerkum. Seinasta ár, 2022 luttóku 4 føroyingar, allir úr Styrkifelagnum Stoyt. Hetta árið fingið Stoyt lyftarirnir 6 silvur og 3 bronsu heiðursmerkir.

Vónurnar fyri tað danska meistaraheitið er góðar. Sum heild hava allir lyftarirnir klára seg væl til tær seinastu kappingarnar teir hava verið til, her ímillum annað hevur tað verið ein felagskappinging í novemburmána, jólakapping í desembur, og føroya meistaraheitið í februar.

Meira upplýsingar viðvíkjandi DM kappingini verða at síggja á heimasíðuni hjá Stoyt, www.stoyt.fo, facebook og instagram (stoyt_sf) vanganum hjá stoyt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo