Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

MáF: Tað er Stranda Sjónleikarafelag, sum hevur biðið um at gerast limur í MáF aftur, eftir at felagið varð endurstovnað 5. desember 2023. Felagið hevur annars ligið stilt í 20 ár.

Áhugin fyri at endurstovna Stranda Sjónleikarafelag var stórur, tá kallað varð til fundar at endurstovna felagið í bygdahúsinum á Strondum, og væl gekk við at manna nevnd.

Tey, sum vórðu vald í nevndina hjá Stranda Sjónleikarafelag, eru hesi:

Turið Dyssegaard, forkvinna.
Vár Hjørleivsdóttir Johansen, næstforkvinna.
Marjun á Fríðriksmørk, skrivari.
Jan í Giljum, kassameistari.
Nicolina í Lág Jøkladal, nevndarlimur.

Tiltakslimir eru Hansa Olsen og Marita á Fríðriksmørk.

MáF fegnast um, at Stranda Sjónleikarafelag er endurstovnað, og ynskir felagnum hjartaliga vælkomið sum limafelag í MáF aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo