Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til § 52 a fyrispurning frá Karlot Hergeirsson, løgtingsmanni, settur Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um sjóvegis flutningsskylduna hjá landinum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør er orsøkin til, at landið ikki klárar at halda sína flutningsskyldu ímillum oyggjar, sum er áløgd landinum sbrt. løgtingslóg um fólka- og farmaflutning?

2. Er orsøkin, at veðrið háttar sær øðrvísi nú enn fyrr, at Strandfaraskip Landsins hava gjørt nýggjar váðametingar, at skipini eru eldri og ótíðarhóskandi ella tí, at skipini ikki eru egnað at sigla tær farleiðir, sum tey eru sett inn á?

3. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við hetta og nær?

Svar til spurning 1
Strandferðslan heldur lógarásettu flutningsskylduna. Tó vil so vera, at broytingar og avlýsingar onkuntíð koma fyri á ymsu farleiðunum. Hesar standast oftast av avbjóðandi veðri. Tað kann gera seg galdandi fyri sjálvi líkindini at sigla, men eisini atløguviðurskiftini kunnu verða ávirkaði av veðri og hava við sær órógv á vanligu ferðaætlanina.

Aftrat veðrinum standast onkuntíð broytingar og avlýsingar av tøkniligum brekum á skipini. Av tí, at miðalaldurin á skipunum er rættiliga høgur, økjast sonevndu ellisbrekini, og tað er torført at finna røttu eykalutirnar.

Eisini ávirkast ferðaætlanir av, at Strandferðslan einans hevur eitt eykaskip, Erlu Kongsdóttir. Avloysir Erla eitt annað skip, sum er í dokk ella á beding, er einki rúm fyri, at onnur skip fáa brek uttan, at tað ávirkar reglusemið í siglingini.

Strandferðslan leggur stóran dent á altíð at kunna viðskiftafólk síni skjótast møguligt, um tað eru broytingar ella avlýsingar. Hetta verður m.a. gjørt umvegis eina sms-skipan hjá Strandferðsluni, sum viðskiftafólk kunnu melda seg til, og sum í dag hevur knappar 8.000 haldarar. Eisini kunnar Strandferðslan um broytingar og avlýsingar á heimasíðuni og facebook-síðuni, eins og tað eisini verður kunngjørt í Kringvarpinum og á netmiðlum um neyðugt. Øll hendan kunningin er týðandi lutur í at tryggja tænastustøðið og fyri at tryggja nøktandi ferðafólka- og farmaflutning.

Svar til spurning 2
Frá skiparum og stýrimonnum hjá Strandferðsluni verður sagt frá hægri aldum seinastu trý árini í mun til áður. Tó ikki so nógv, at tað hevur havt við sær broyttar váðametingar.

At skipini eftirhondini eru rættiliga gomul, hevur politiska skipanin ásannað. Verandi skip kunnu tó eftir umstøðunum sigast at rigga rímiliga væl til tær ymsu farleiðirnar, hóast flestu teirra ikki eru bygd til sjálva farleiðina og eru ov gomul.

Svar til spurning 3
Landsstýrið hevur sett sær fyri, at strandferðsluflotin skal endurnýggjast. Farið er undir at gera forkanningar, skitsur og aðrar fyrireikingar. Síðani verður farið undir at prosjektera, men tað krevur munandi hægri játtan enn tað, sum higartil er sett av fyri 2024. Eftir hetta verður arbeiðið boðið út, og síðani byrjar nýbyggingin.

Umframt nýbygging er tað av stórum týdningi, at atløguviðurskiftini hjá ferjunum eru so góð sum gjørligt. Talan kann bæði vera um størri og minni hydrauliskar rampur, sum land og kommuna mugu syrgja fyri eru í besta standi, og annars eisini minni betong rampur eitt nú í Skúvoy og í Fugloy.

Dennis Holm
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo