Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ein hátíðarligur partur av skránni til Dansibandsfestivalin er Dansibandsgudstænastan í Vágs Høll, sum altíð er væl vitjað. Dansibandsgudstænasta verður í dag klokkan 14.

Í ár verður Uni Næs, dómpróstur, prestur á Dansibandsgudstænastuni og harumframt fer Magni Christiansen at framføra til gudstænastuna. Klokkari verður Mikkjal á Løðhamri og Elin Jacobsen verður degnur til gudstænastuna.

Sálmarnir, sum sungnir verða, eru ”Boðar tú til allar tjóðir” og ”Tíðin rennur sum streymur í á”.

Sum nakað nýtt, verður Dansibandsgudstænastan stroyma á internetinum í ár, hetta umvegis Youtube-rásina ”Vágur, Faroe Islands”.

Leinkja til stroymingina verður eisini løgd út á heimasíðuna hjá Dansibandsfestivalinum, www.dansibandsfestivalur.fo og á facebook-vangan hjá Dansibandsfestivalinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo